Niels Juel Arge
Hoyvík
Leiðarin í Dimmalætting hósdagin vil vera við, at Tjóðveldisflokkinum væntar hugmynda-frøði/ideologi. At einki meira er hjá flokkinum at stríðast fyri, tí fullveldiskósin frá 98 ikki á hesum sinni bar á mál, og at ósemjurnar í flokkin prógva, at ballið er buið. Eg meini tað. So hevur man eisini hoyrt tað - frá sambandsflokkinum, tann flokkurin í Føroyum, ið man hava minst upp á seg ideo-logiskt. Tó sagt við tí fyritreyt, at íhald og afturhald ikki verða roknaði sum ideologi.
Og fyri líkasum at gera eitt elegant sveiggj við halanum, dregur leiðarin býráðspolitikkin hjá Tjóðveldisflokkinum upp í. Sambært leiðaranum - sum Ingi Samuel-sen, blaðstjóri, mær kunnugt plagar at skriva - eigur Tjóðveldisflokk-urin ikki at bjóða seg fram til eitt kommunustýrisval, tí tað í løtuni er ófriðarligt innanfloks, og tí at flokkurin onga hugmyndafrøði skal hava. Makan til skvaldur kann man ikki lesa aðra-staðni enn í leiðaranum í Dimmu, og man má bara staðfesta, at á leiðararókini á Dimmu trívist framvegis hetta ófatu-liga treiska afturhalds-sinnaða sambandslyndi í besta velgående.
Sambandsfólk vóna helst í hesum døgum, at man um skamma stunda sleppur at skriva nekro-login um Tjóðveldis-flokkin - tí at ein ósemja í floksleiðsluni er løgd víðopin fyri almenning-in. Fyri eina ordans skuld skal tó sigast, at tað ikki er serliga virðiligt fyri flokkin at varpa slíkar tápuligar ósemjur út um allar geilar. Taktist er tað púra burtur úr vón og viti, men soleiðis hava nú onkrir persónar valt at avgreiða sínar ósemjur. Tað er torført at tiga við afturvirkandi megi og enn torførari, tá tað er fest á alment pappír. Men harífrá og til at avskriva ein heilan politiskan flokk, veit sjálvt blaðstjórin á Dimmu er ein tápulig niðurstøða. Tað verður neyvan innihaldið í einum leiðara í Dimma-lætting, sum ger av við Tjóðveldisflokkin.
Hugmyndafrøði ella ei; tað er uttan iva nyttuleyst at kjakast við Dimmustjórar um tað. Sannføringin er jú grótsambondsk. Men teir kunnu klikkja seg inn á stevnu og stevnumið Tjóðveldsiflokins á www.tjodveldi.fo. Heilt so fáfongd og mangul-full, sum Dimmuleiðslan ger hana til, eru tey sjálvandi ikki.
At enda átti tað verið nóg mikið at staðfest nakrar fáar óreingiligar sambandskar sannleikar, bara fyri at vísa á, hvussu tvørur og afturhaldssinnaður Sam-bandsflokkurin hevur verið gjøgnum tíðirnar: Merkið varð ynskt, har piparið grør ("Hvat er galið við Dannebrog?"). Fiskimarkið vildi man ikki hava víðkað ("Hinar tjóðirnar fara at isolera Føroyar!"). Ráevnini í undirgrundini vildi man ikki hava ræðið á ("Tað er at siga Ríkisfelagsskapin upp!"). Og tá havi eg ikki nevnt før-oyska málið ("Vit vilja hava danskt sum 1. mál!"). Hevði Sam-bandsflokkurin havt makt, sum hann hevur havt akt, var Føroyar framvegis eitt danskt amt ("Danmark er et dejligt land!" - eg eri samdur). Vorðið sum hugmyndafrøði!