Samband millum vit og átrúnað

Á heimasíðuni, www.kristeligt-dagblad.dk, vísur ein kanning, at er miðal IQ-talið høgt í einum landi, eru færri trúgvandi enn í einum landi við lágum IQ-tali. Á heimasíðuni hjá danska blaðnum >>Kristeligt Dagblad<<, verður ein kanning løgd fram, ið vísur, at tey londini, har IQ-talið er lágt, er prosenttalið av trúgvandi størri enn í einum landi, har IQ-talið er høgt. Í Danmark er miðal IQ-talið 98, og har søgdu 46 prosent av fólkunum seg ivast í trúnni. Í Svøriki er miðal IQ-talið 99, og har søgdu 64 prosent seg ikki trúgva. Í øðrum londum, ið hava eitt miðal IQ-tal undir 85, eru minni enn eitt prosent av fólkunum, ið ikki trúgva.

 

Tað eru millum annað Richard Lynd, professari á University of Ulster, og danski Helmut Nyborg, professari, ið standa aftan fyri kanningina.

- hetta meinast tó ikki, at tú verður býttari av at trúgva, sigur Helmut Nyborg, tað meinast, at tú sannlíkt longu er tað, um tú býrt í einum sera trúrøktum landi.

 

Morten Warmind, átrúnaðarsosiologur, er ikki samdur við niðurstøðuna av kanningini.

- Vit vita, at tey, ið eru sera gudrøkin, ofta eru sera evnagóð - óivað tí at tað krevur eitt sinnisligt yvirskot at velja ein religiøsan livihátt, sigur Morten Warmind. Hann ásannar, at tað er eitt samband í millum vit og átrúnaður, men at tað illa ber til at máta tey, so sum Helmut nyborg og Richard Lynd gera.

 

www.kristeligt-dagblad.dk