Danska løgreglan sigur, at samband er millum tey bæði stóru pengaránini í Glostrup og Brøndby Líkt er til, at tey bæði størstu pengaránini í donsku søguni hava samband við hvørt annað.
Tað fyrra ránið var í Glostrup tann 1. apríl, og tá sluppu ránsmenninir avstað við 62 milliónum krónum. Seinna ránið var í Brøndby næstseinasta sunnudag, og hesaferð fingu ránsmenninir 60 milliónir krónur burturúr.
Løgreglan í Keypmannahavn hevur tikið fleiri menn í sambandi við tey bæði ránini, og fýra mans eru varðhaldsfongslaðir. Teir báðir seinastu vórðu tiknir í gjár, og teir verða avhoyrdir í dag.
-Tað er ymiskt, sum bendir á, at samband er millum tey bæði ránini, sigur ein talsmaður fyri løgregluna í Keypmannahavn við DR.










