Heðin Mortensen,
løgtingsmaður
Saman at halda var ei okkum givið,
tí er so lítið burturúr her blivið;
tí enn vit tala, men ov lítið gera.
Samband má vera!
Eg havi loyvt mær at broytt síðstu regluna í hesum ørindinum hjá Hans Andriasi Djurhuus. Hann skrivar, at samhald má vera. Men samhald og samband eru tvær síður av somu søk. Føroyingar hava ein tryggleika og eitt samhald í ríkisfelagskapinum, sum gevur okkum einanstandandi fortreytir fyri at skipa eitt trygt, ríkt og gott samfelag fyri øll í hesum landinum.
Men, sum Hans Andrias sigur: saman at halda var ei okkum givið. Vit klandrast, slítast og bítast um smálutir. Vit kjakast ár um ár um vit skulu fáa nakað av skafti í ríkisfelagsskapinum, ella vit fyrst skulu fara úr ríkinum.
Við hvørt kundu vit ynskt okkum hasa fólkaatkvøðuna, so vit kundu sett propp í fullveldismálið og farið undir veruliga at byggja land. Samtykt eina nýggja stýrisskipanarlóg, bygt eldrabýlið og barnagarðar. Privatisera almennar fyritøkur, men samstundis økt almenna virksemi á trivnaðarøkinum. Rationalisera almenna bygnaðin, lætt um skattabyrðuna og endurnýggja búskapin.
Hoydal og Eidesgaard tola ikki hvønn annan, samstundis sum bæði sambandsmenn og tjóðveldismenn meta samband og loysing sum trúðarspurningar. Hetta merkir, at ongin breið samgonga er møgulig í Føroyum í dag. Líkamikið hvat vit velja, so eru næstan líka nógv ónøgd sum nøgd, og áðrenn nøkur loysn er framd, ja so er helvtin lopin frá aftur.
Sambandshøvdingin Rasmus Effersøe yrkti um ein av teimum farnu sjálvstýrishøvdingunum sangin ?Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi?. Fast standa vit nú, tað føroyska fjalladalsfylgið. Vit eru øll samd um, at vit eiga sjálvræði, og at vit eiga at ganga ta leið, sum gevur grønastu líðirnar at ganga í. Men tey flestu hava onga ørandi tráðan eftir at sleppa oman í annað lendi alt fyri eitt.
Við hvørt steingjast ræs-urnar, og við hvørt tánar so frægt, at gongt aftur er. Vandin er altíð, at eitt politiskt stórdýr loypir á skalvin og fær alt fylgi eftir sær oman í ta glerstoyttu skor. Vandamálið er, at hetta lítla fylgi í fonnini slotar hvør sín veg burtur úr kavanum. Hvørjum skulu føroyingar trúgva, og hvørjum skulu vit fylgja?
Tann politiski slóðarin, umenn hann er ikki so væl holdaður, vil hava okkum at loypa út í ein glerskalv. Aðrir vilja heldur loypa hendavegin ella handavegin, men fáir vilja fara undir at slóða eina gongda leið. Tann gongda leiðin krevur nógva slóðan, og er heldur longri at ganga, men hon er tryggari og kann sameina okkum.
Tí henda áheitan á føroyingar, áðrenn vit leypa útav og týnast sum slóðarin reysti:
Tann sum vil framá, hann gloymi tí ei sjálvur sær slóðir at bróta.
Velja vit eina føroyska loysn, ja so slóða vit okkum eina lagaliga gøtu, sum snýr seg spakuliga ígjøgnum vallingarnar uttan at taka nøkur óráð fyri. Sambandsmenn mugu ganga við uppá, at gøtan leiðir fram at fullveldisfløttinum. Men tey sjálvstýrissinnaðu mugu viðganga, at tað er fult út demokratiskt og loyviligt at stegða á áðrenn fullveldi og velja eina skipan við sjálvræði innan fyri ríkismarkið.
Fyri Føroya fólk vóni eg, at vit í Sambandsflokkinum saman við øðrum flokkum í eini breiðari semju kunnu vísa á skilagóðar og tryggar slóðir ígjøgnum kava og gler, sum geva úrslit og trivna og avrik. Vit kunnu tá gevast við keglinum og grenjinum og persónliga klandrinum.
Samhald má vera!