Hví royna onnur enn Javnaðarflokkurin í hesum valstríðnum at tosa um alt annað enn veruligan politikk, sum hevur týdning fyri vanlig fólk?
Orsøkin er einføld: Tey hava ein trupulleika. Hann er, at Javnaðarflokkurin farnu árini hevur fingið fleiri ítøkilig úrslit burturúr síni umboðan á Fólkatingi, enn nakar annar flokkur nakrantíð hevur fingið.
Tá kjakið fellur á verulig úrslit, hava hini ongan kjans.
Tí royna tey at heingja spjøldur á okkum í staðin:
"Tit eru ein sjálvstýrisrødd!" rópa sambandskreftirnar. "Tit eru ein sambandsrødd!" rópa loysingarkreftirnar. Soleiðis royna tey at sleppa undan at tosa um úrslit.
Vit føra hvørki loysingar- ella sambandspolitikk á Fólkatingi. Tað skal gerast á Løgtingi.
Á Fólkatingi umboða vit allar føroyingar, og fara eftir ítøkiligum úrslitum. Og tey eru nógv.
Tú sært nøkur teirra, um tú trýstir á leinkið, og blaðar gjøgnum henda faldaran.
http://en.calameo.com/read/00088407011954501f4fa