Samband bíðar eftir Javnaði

Felag Sambandsmanna í Suðurstreymi fundaðist fyrrakvøldið um Hvítubók, men teir tiga til Javnaðarflokkurin er til reiðar

Sambandsfólk fundast dúgliga í hesum døgum, men flokkurin tykist tættur sum fløskan. Av seinasta lokalfundi, ið varð hildin á Hotel Hafnia mánakvøldi, er undir øllum umstøðum lítið at frætta.


Tað er læknin, Petur Ellefsen, ið er formaður í Føroya Vali, ið er deild sambandsfloksins í Suðurstreymi. Í stuttari viðmerking sigur hann, at fundurin var sera lívligur, og at eini 40 - 50 fólk vóru møtt.


? Eg fari ikki at avdúka, hvat sagt varð um Hvítubók og viðgerð floksins av somu bók. Men eg havi fingið ta fatan, at sambandsfólk eru greið yvir, at vit knappliga kunnu standa við eini loysing, sum ein simpul meiriluti í løgtinginum leggur lunnar undir, sigur formaðurin í Føroya Vali.


Meinti ikki við fullveldi


Hóast Petur Ellefsen ikki er serliga prátingasamur, vil hann kortini siga somikið, at hann ikki ivast í, at Javnaðarflokkurin er fyri at varðveita ríkisfelagsskapin. Hetta sigur hann hóast Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkin, eftir øllum at døma hevur gjørt danska bróðurflokkinum púra greitt, at tað ikki vendist aftur úr tjóðskaparligu rembingunum í Føroyum.


? Hóast Jóannes verður endurgivin fyri at siga hetta, so veit eg, at hann ikki heldur fullveldi vera alternativið til núverandi støðu, sigur Peter Ellefsen.


Sambandflokkurin og Javnaðarflokkurin hava avtalað, at hvørgin flokkurin fer at úttala seg um Hvítubók fyrr enn fyrireikingarnar eru lidnar. Tað frættist av skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum í Tórshavn, at har eru teir komnir undir land, og nú bíða teir eftir Javnaðarflokkinum, ið heldur landsfund fríggjadagin.


Støðan í løtuni tykist sostatt vera, at sambandstungan ikki loysnar fyrr enn Javnaðarflokkurin er til reiðar at tala.