Samba til HB

Betri deildin menn: HB hevur gjørt sáttmála við Mohamed Samba, sum kemur frá B68

HB hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við 25 ára gamla Mohamed Samba, sum seinastu tvey árini hevur spælt við B68. Mohamed Samba, sum er úr Gambia, fekk eina eitt sindur serliga byrjan í føroyskum fótbólti. Hann kom til B68 at royndarvenja saman við senegalesiska Boubacar Dabo. Seinnnevndi fekk sáttmála alt fyri eitt, meðan eginleikarnir hjá Mohamedi Samba ikki vóru eins eyðsýndir.

 

Hann skuldi tó vísa seg at gera góðan mun í fjør. Í ár hevur verið eitt sindur soltið við málum og uppleggum, men Mohamed Samba hevur verið sónligur í fleiri dystum. Tó munnu tey verða nøkur, sum eru bilsin av, at HB er farið eftir honum.

 

Hetta er fyrsta keypið hjá nýggja venjaranum hjá HB, italska Adolfo Sormani. Undan honum kom Magnus Holm Jacobsen til úr 07 Vestur, meðan ein lyklaspælari sum Ári Mohr Jónsson hevur longt sáttmálan.