HM Bólkur F
Heimsins stjørsta fótbóltstjóð. Tað er etikettin, sum aloftast verður heft á Brasil, og heilt skeivt er tað nú heldur ikki. Við fimm HM-gullmerkjum og luttøku í hvørjum tí einasta endaspæli, sum hevur verið á skránni, stendur einki annað lið teimum gulu kurl. Og at teir aloftast - og mest sum hvørja ferð síðani 1982 - hava verið roknaðir sum favorittar, er bara ein veruleiki, sum spælararnir hava lært seg at liva við. Og alt annað vildi kanska eisini verið at rokna sum landasvik og brot á alla brasilska sjálvsfatan, um tú spyrt teir mongu áskoðararnar, sum altíð fylgja teimum gulu.
Vil seta sítt merki
Hóast talið av stjørnum er so stórt, sum sjáldan sæð áður á brasilska landsliðnum, so er tó ein, sum lýsir so nógv bjartari enn allar aðrar.
26 ára gamli Ronaldinho hevur seinastu trý árini verið roknaður sum ein av teimum heilt stóru í alheims fótbóltssøguni. Tvær ferðir á rað er hann heiðraður av FIFA sum besti spælarin í heiminum, og higartil hevur hetta fótbóltsárið givið honum spanska meistaraheitið og UEFA Champions Leuga-heitið visit-kortið. Maradona hevur sjálvur rópt hann fyri sín náttúrliga arvtakara, meðan Romari hevur rópt landsmannin fyri besta spælaran, sum heimurin hevur sæð, síðani Pelé stillaði gaggurnar.
Og hóast hann longu fyri fýra árum síðani eisini kundi skriva heimsmeistari á kortið, so er einki at ivast í, at Ronaldinho sjálvur vil hava ein størri leiklut hesaferð. Fyri fýra árum síðani vóru tað fyrst og fremst Rivaldo og Ronaldo, sum vóru stóru profilarnir. Ronaldinho sjálvur gjørdist kanska ein av hetjunum, tá hann úr stórari fjarstøðu fullkomuliga snýtti David Seaman í enska málinum, men tá hann í sama dysti varð rikin av vøllinum, setti hetta ein svartan blett á hansara HM.
Tann blettin ynskir Ronaldinho meira enn nakað at vaska av sær, og kann hann tað, so er einki at ivast, hvar størsta tøkkin fer.
Longu sum átta ára gamal misti Ronaldinho pápa sín, og á yrkisleiðini eru hópur av tankum send móti himni. Nakað sum eisini er sjónligt, tá brasilski bóltsnillingurin feirar mál síni við biðandi eygum, sum eru vend móti himni.
Tungur leiklutur
Við ella uttan Ronaldinho, so er framvegis greitt, at Brasilia altíð fer at teljast millum favorittarnar. Carlos, Cafú, Kaka, Ronaldo, Adriano, Robinho, Edmilson, Dida& Røðin av stjørnunøvnum tykist óendalig, og størsta uppgávan hjá landsliðsvenjaranum er uttan iva, at fáa liðið at rigga sum eina eind.
Carlos Alberto Parreira er kanska júst rætti maðurin at leiða liðið í so máta. Trýstið á ein brasilskan landsliðsvenjara er øgiligt, men hetta kennir Parreira alt til, nú hetta er triða ferðin, at hann stendur við stýrisvølin. Samstundis er hann eisini væl lýddur millum vanligu viðhaldsfólkini, tí honum dámar brasilska samba-stílin, heldur enn kontrollerandi stílin, sum Brasil onkra tíð áður hevur roynt seg við. Trupulleiki hjá Parreira er so, at tað ofta kann koma andsøgn ímillum tað at undirhalda og tað at vinna.