Samba herjar Suðurkorea

Síðani klokkan fýra í morgun hevur melduródnin Samba herjað leiðina við suðurkoreanska býin Yeosu við nógvum vindi, gloprarregni og brimi. Myndugleikarnir siga, at nógv trø eru farin um koll, fleiri húsatekjur eru rivnar, og í gøtunum liggja reklamuskelti og ferðsluljós. Umleið 130.000 fólk hava mist streymin.

Ferðslan er nógv darvað. Í minsta lagi 260 flogferðir eru avlýstar, nógvar ferjur liggja við bryggju, og tokini koyra ikki.

Veðurmenninir siga, at Samba fer at vikna, nú hon er komin inn yvir land. Teir ávara tó um, at tað fer at regna einar 300 millimetrar, og at roknast kann við vatnflóð nógvastaðni teir næstu dagarnar.

Úr Suðurkorea fer Samba út yvir Japanska Haavið, haðani hon væntandi heldur leiðina fram til Norðurkorea.