Samba í Føroyahúsinum

Cha cha cha, Samba og Jive eru á skránni, tá dansiskeið verður hildið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn annað vikuskiftið. Í 1990´unum høvdu tær báðar Jóngerð Lundsbjerg og Marilyn Danielsen fleiri dansiskeið í Føroyahúsinum, og høvdu hesi góða undirtøku. Tá var einamest undirvíst í Rock´n roll. Hesu ferð fara tær at bjóða dansiluttakarum nakað nýtt og spennandi, nemliga Cha cha cha, Jive og Samba. Cha cha cha og Samba eru suðurlendskir dansir, meðan Jive er í familju við rock´n roll. Teir suðurlendsku dansihættirnir, vinda als meiri uppá seg her á leiðini. Marilyn hevur havt nøkur dansiskeið í hesum dansistílum tvey tey seinastu árini, heima í Føroyum og hava hesi skeið verið sera væl umtókt. Fólk í øllum aldrum, frá skúlaaldri og til tey meira tilkomnu, hava luttikið á hesum skeiðum. Tilmelding og fyrispurningar kunnu fara fram hjá jongerd@hotmail.com