Eldrapolitikkur
Í summar letur nýtt sambýli upp á Tvøroyri
Á býráðsfundi á Tvøroyri fyrr í vikuni, samtykti býráðið at keypa eini sethús á Tvøroyri og at brúka tey til sambýli.
Talan er um eini hús, sum standa niðanfyri vegin, úti ímóti grótbrotinum, við frálíkum útsýni yvir fjørðin.
Talan er um eina útreiðslu upp á eina góða millión og ætlanin er, at sambýlið skal lata upp í summar.
Men umframt keypsprísin, kemur kommunan at bera útreiðslurnar til náttarvaktir.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er ikki at gera nakað við húsini.
?Tað eru fleiri kømur í húsunum og har er pláss fyri seks fólkum, sigur hann.
Tilsamans er innrættaði parturin í húsunum 350 fermetrar í tveimum hæddum og tey eru klár at flyta inn í.
Hava somu støðu
Higartil hevur Tvøroyrar Býráð verið ímóti, at kommunurnar sjálvar.
? Eldrapolitikkur er heilt greitt eitt landsmál. Og tað, sum kommunurnar gera, vit at byggja sambýli, er í veruleikanum at sleppa landinum undan síni ábyrgd, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at tað er eisini ymiskt, hvussu landið viðgerð tær ymsu kommunurnar. Sambýlini í onkrum kommunum, hevur landið bygt og einsamalt og rekur tey einsamøll, men aðrastaðni noyðast kommunurnar sjálvar at byggja og at rinda ein part av rakstrinum.
Sostatt hevur Tvøroyrar Kommuna havt ta púra greiðu støðu, at hon fer ikki at útvega sambýli, sum er.
Og hóast kommunan nú hevur keypt sambýli, merkir tað ikki, at støðan er broytt.
? Vit hava framvegis okkara greiðu støðu. Einasta orsøk til at vit hava útvegað hetta sambýli, er, at talan er um eini hús, sum altíð kunnu seljast aftur.
Men Kristin Michelsen sigur, at hendan støðan hjás kommununi merkir ikki, at tey eldru á Tvøroyri, eru slept upp á fjall.
? Kommunan arbeiðið við at fyrireika sambýli. Og so skjótt eitt greitt ábyrgdarbýti er gjørt ímillum land og kommunu, eru vit til reiðar at gera okkara skyldu á økinum. Men í løtuni er tað als ikki uppgávan hjá kommununum, sigur borgarstjórin.
Eitt annað sambýli hevur verið á Tvøroyri, men vóru ein privathús, sum vórðu skipað sum sambýli sum ein bráðfeingisloysn. Hetta sambýli heldur uppat nú.
Har hava verið fýra - fimm fólk, men seinastu tíðina hevur bara eigarin verið eftir og hann er nú farin á ellisheimið.










