Sólborg Dulavík,
valevni Sjálvstýrisflokksins til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu
Veruleikin er sostatt tann, at tað verða fleiri gomul fólk í okkara vælferðarsamfelagið.
Men hvat ger tað við okkara samfelag. Í langa tíð hevur tað verið skriva og tosa um hvussu stórir trupuleikar eru innan eldrarøkt og um hvørji, tilboð ella ikki tilboð, eru til tey gomlu. Hóast hetta prát, sum er veruleikin tann at alt ov fáir møguleikar eru.
Vit tí práti, sum gongur fyri seg, so fær ein fatan av at skuldin liggur í, at tað eru so nógv gomul.
Tað kann ikki vera rætt, enn minni sømuligt, at so er.
Tey, ið ráða fyri borg-um eiga at seta seg niður og gera nakað við viðurskiftini hjá teimum gomlu.
Sum dømi kann nevnast at úti á Argjum hevði verið hóskiligt, at álvari bleiv gjørdur úr a fingið eitt sambýli, og av góðum grundum er hetta mín stóri áhugi.
Vit eiga sum skjótast at fáa hetta til veruleika.
Sjálvandi ynskja tey allar flestu at vera í egnum heimi sum longst. Tað kundi eisini verið gjørt nógv meira, fyri at fólk kunnu vera heima sum longst. Tað verða altíð nøkur, sum hava tørv fyri hjálp, bæði tí tey ikki megna at taka hond um seg sjálvan, ella at einsemi ger tilveruna so ómenniskjaliga og dapra.
Ein áheitan til allar góða kreftir ? seti tey eldru fremst á listan. Tað kemur okkum øllum til góðar. Tí her kunnu vit øll fáa sama rætt. Og veruleikin er tann, at liva vit, so verða vit øll gomul einaferð, uttan mun til, hvussu vit hava havt tað frammanundan.
Øll hava tørv á tryggleika, umsorgan og kærleika. Fólk skullu sostatt hava tíð og umstøður fyri at hetta skal lata seg gera.
Vit í Sjálvstýrisflokkinum vilja framhaldandi arbeiða fyri, at tey eldru verða meira hoyrd og, at tey sjálvi sleppa at siga frá teirra tørvi; óansæð hvussu ymiskur tørvurin nú kann verða.