Nógv fólk vóru í býnum í Havn í gjárkvøldið, men tað gekk friðarliga fyri seg.
27.juli er kvøldið hjá serliga ungdóminum. Ikki øll dugdu mátahald, og tí sovnaðu summi, og onnur duttu.
- Samarittarnir vóru óførir at hjálpa teimum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Fýra fólk hava gist í brummuni í nátt. Ein teirra varð tikin, tí hann var ólátaður, men hann náddi ikki at gera um seg, áðrenn hann varð tikin.