Tað eru ikki bjargingarfeløg, sum steðga arbeiðnum í hesum døgum, ti tryggingarviðurskiftini ikki eru nøktandi.
Á fundi í kvøld hava eisini samarittarnir samtykt at stegða virkseminum fyribils, tí núverandi tryggingarlóggáva fyri sjálvboðin ikki er nøktandi, sigur Steinjørn V. Olsen, samarittur.
- Tað vísir seg, at samarittarnir eru tryggjaðir eftir somu lóg sum bjargingarfeløgini, sigur hann.
- Tað er ikki lætt at taka hesa avgerð, men trygdin má koma í fyrstu røð, leggur hann afturat.
Samarittarnir brúka sína frítíð at hjálpa úti á festivalum og øðrum tiltøkum og so skjótt tryggingarviðurskiftini eru fingin í rættlag, taka teir virksemið uppaftur.
Hann sigur, at samarittarnir kortini fara at vera við á tiltøkum, um hava teknað serstaka trygging fyri samarittarnar.
Samarittarnir eru til omanfyri 25 tiltøk og hava umleið 600 skaðaviðgerðir um árið, sigur Steinbjørn V. Olsen.
- Samarittarnir vilja við hesum eisini vísa sín fulla stuðul til bjargingarfeløgini og onnur sjálvboðin í Føroyum, sum hava steðgað sínum trygdarvirksemi, siga teir í fráboðan í kvøld.