Tað sigur vakthavandi á polistøðini.
174 ferðir vóru samarittarnir boðsendir til alt møguligt, tó mest til full fólk, sum antin vóru dottin ella sovnað.
- Tað er eitt vælsignilsi, at samarittarnir hava tikið sær av hesum, serliga tí vit sjálvir hava so ringar umstøður at taka folk inn. Tí er tað gott, at samarittarnir hava hjálpt so nógvum fólki, sigur vakthavandi.
Samarittarnir hava tikið sær av fólki, ið hava fingið okkurt smávegis skursl, og fingið lagt okkurt plástur á sárini.
- Samarittarnir hava syrgt fyri, at vit hava havt eina friðarliga ólavsøku. Men í morgun hava vit so fingið fólk til húsar, sum eru sovnað. Tó hevur ólavsøkan verið stak friðarlig, hóast vit hava tosað onkran upp í lag, sum vóru ósamdir um eitthvørt, sigur vakthavandi á politistøðini.
Hoyr samrøðu við Jón Karlsson, vakthavandi á Politistøðini í Havn, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.










