Samarittarnir á G halda til í Víkinga-húsinum

(Rás2) Hoyr samrøðuna Jóna Nicolajsen gjørdi við samarittin, Eyðbjørg Højgaard

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá Rás2, Jóna Nicolajsen gjørdi við samarittin hjá Reyða Krossi, Eyðbjørg Højgaard, sum saman við hinum samarittunum hevur basa í Víkinga-húsinum í Norðragøtu í samband við G-festivalin.

 

Eyðbjørg Højgaard greiðir frá, at tað hevur verið hampuliga friðarligt hjá teimum á G hesaferð. Tað hevur verið okkurt at gera, men ikki so rokaligt.

 

Samrøðan snýr seg eisini um hvørjar skaðar talan serliga kann verða um, sum samarittar mugu taka sær av, og nær støða verður tikin til at fáa festivalsgestir yvir til sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum halda til í Syðrugøtu, og nær ein eigur at ringja eftir sjúkrabilinum.