Samarittar syrgja fyri trygdini

Fyri løtu síðan var Portalurin inni á gólvinum hjá samarittunum, sum Reyði Krossur Føroyar hevur í Nólsoy, nú ovastevna er.

Í gjárkvøldið vóru samarittarnir í Hósvík, tá regattasigling var í Sundalagnum, og vaktin í Nólsoy byrjaði klokkan 19 í kvøld og varar til umleið klokkan 07 í morgin - ella so leingi, sum samarittarnir hava nakað at gera í Nólsoy.

Tá vit vitjaðu, vóru fýra fólk - ella tvey lið - niðri í bygdini, og síðan vóru hini á støðini, sum í ár er í dagtilhaldinum í Nólsoy.

- Vit hava at kalla alt við her úti, sum er í einum sjúkrabili, og vit hava eitt nú tveir hjartastartarar - ein er hjá samarittunum, sum eru niðri í bygdini, og ein er her á støðini.

Mariann Øster sigur, at samarittarnir hava bæði børur, tasku við ymiskum útbúnaði til hjálpar, um trupulleikar eru, og haraftrat eru tey øll átta, sum eru í Nólsoy í kvøld, professionellir fyrstuhjálparar.

- Her er ógvuliga gott samanhald, og vit gera arbeiði ókeypis. Hinvegin fær Reyði Krossur Føroya nøkur oyru fyri ta tænastu, sum felagsskapurin veitir, sigur hon.

Mariann Øster leggur aftrat, at Lív hevur verið einaferð í Nólsoy í kvøld, tí okkurt hevur verið áfatt.

- Vit hava tagnarskyldu og kunnu ikki upplýsa, hvat talan í hesum førinum var um, sigur umboðið fyri samarittarnar í Nólsoy í nátt,