Samaras givin at skipa stjórn

Tann fyrsta royndin at skipa eina samgongustjórn aftan á tjóðartingsvalið í Grikkalandi í gjár er longu farin fyri bakka. Seinnapartin boðaði formaðurin í flokkinum Nýtt Demokrati, Antonis Samaras, frá, at hann kann ikki skipa stjórn.

-Vit gjørdu, hva vit kundu, men tað var ógjørligt, so eg havi latið samráðingarrættin frá mær, segði Samaras (myndin) sambært Reuters.

Nýtt Demokrati er størsti flokkur aftan á valið í gjár, og tí bað Karolos Papoulias, forseti, Samaras royna at skipa stjórn. Nú hann er givin, fær næststørsti flokkur, tann vinstrasinnaði Syriza, møguleikan.

Nógvir grikkar halda, at tað politiska landslagið er so ógreitt aftan á valið í gjár, at tað slepst neyvan undan einum vali afturat.