H71 vann sær ein lítlan fyrimun í Faxe Kondi kappingini hjá monnum við at vinna 27-25 (10-12) á Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini.
Hilmar Leon Jakobsen var toppskjútti hjá H71 við níggju málum, og Tróndur Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge segði frá spennandi dystarendanum í Hoyvíkshøllini.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá Rás2, Teitur Joensen taka samanum.
Teitur Joensen heldur, at Hilmar Leon Jakobsen og Tróndur Kragesteen stóðu serliga sterkir í myndini. Teitur heldur, at tað gav H71 ein fyrimun, at Rasmus Søby máttu út við skaða, men Teitur er alvísur í, at alt verður gjørt fyri at fáa sterka danskaran kláran til seinnu hálvfinaluna, sum verður spæld sunnudagin klokkan 16.
Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hilmar Leon Jakobsen hjá H71 HER
Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Tróndur Kragesteen hjá Neistanum HER
Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sonni Larsen, venjara hjá H71 HER