Samanumtøka: H71-Kyndil 19-31 (Rás2)

(Rás2) Hoyr Teit Joensen, viðmerkjara taka samanum fyrru hálvfinaluna millum H71 og Kyndil

Kyndilskvinnur hava eitt og trýkvart bein í Faxe Kondi finaluni 2018 aftaná ein 31-19 sigur á H71 í tí fyrru hálvfinaluni, sum var spæld í Hoyvíkshøllini í kvøld. Í steðginum var Kyndil á odda 17-8. Tá 13 minuttir vóru farnir var Kyndil á odda 8-0.

 

Toppskjútti hjá H71 var Maria Halsdóttir Weyhe við 12 málum. Toppskjútti hjá Kyndli var Turið Arge við 11 málum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá Rás2 siga frá seinastu løtuni av dystinum.


2) Hoyr viðmerkjaran hjá Rás2, Teit Joensen taka samanum dystin. 

 

Teitur Joensen heldur, at tað var alla tíðina greitt, at Kyndil fór at hava ein greiðan veg í steypafinaluna. At kyndilskvinnur brúkti meira marginalar spælarar tá tær vóru komnar trygt á odda heldur Teitur verða ógvuliga logiskt tá eitt lið er greitt á odda. Teitur heldur, at H71 ger tað rætta við kvinnuliðnum hjá sær. Tey byggja spakuliga upp, og geva fleiri spælarum møguleikan.

 

Samrøðan Tróndur Arge hevði við Mariu Halsdóttir Weyhe hjá H71 kann hoyrast HER

 

Samrøðan Tróndur Arge hevði við Mariannu Geirsdóttir Eystberg hjá Kyndli kann hoyrast HER