Samantvinna orð og myndir Williams

Á Meiarínum í Havn er Gríma komin somikið langt við leikinum Móðir Sjeystjørna, at tey nú eru farin undir endaligu venjingarnar á pallinum, ið nærum er liðugur. Leikurin er til heiðurs fyri William Heinesen og abbadóttir William er scenografur

Gríma hevur tann 15. januar frumframførslu av leikinum Móðir Sjeystjørna, ið er tónleikamynd, ið Egi Dam hevur skrivað eftir bókini hjá William Heinesen. Hann byrjaði við aðrari søgu, men tá Egi skuldi finna sær bakgrundstilfar, endaði hann við at gera bókina Móðir Sjeystjørna til leik.

Tann 15. januar er eisini dagurin, tá William fyllir 100 ár. Gríma sigur í leikskránni, at ?..tá hann ikki er okkara millum longur, kunnu vit bert ynskja okkum øllum somlum tilukku við, at vit hava átt hann og framvegis í komandi øldum eiga hann í øllum tí hann gav okkum?.

Egi Dam er leikstjóri og hann sigur, at tey við leikinum samantvinna orð og myndir Williams. Stamen Stantchev ger tónleikin.

Abbadóttir William, Elisa Heinesen, hevur gjørt pallmyndina. Elisa er scenografur. Katrin Bonde er undir útbúgving sum teaturskræddari og hon hevur gjørt búnar til leikin.

Umsitingarleiðarin, Laura Joensen, fegnast um, at vit í dag so smátt eiga fólk við útbúgving í ymsu sjónleikayrkjunum.