Fríggjadagin 6. desember letur ein samantvinnað listaframsýning og jólasøla upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Tað eru tær tríggjar, Tove Askham, Ann-Mari Dam og Johanna Askham, ið sýna fram. Tove við grafikki og tekningum, Ann-Mari við grafikki og klippum og Johanna við heimabundnum skóleistum og vøttum til børn. Johanna hevur harumframt gjørt karamellur, bæði vanligar og laktosufríar.
Eisini er ymiskt heimagjørt jólaprýði við á framsýningini.
- Fyri eitt listafólk er tað gott at kunna hvíla frá listini eina løtu, og brúka listagávurnar at spæla sær við og gera ting sum t.d. jólapynt, kort o.t., og tað setur eisini ein serligan jóladám á eina desember-framsýning, siga stigtakararnir.
Listaframsýningin/jólasølan letur upp fríggjadagin kl. 15, og annars er opið allar dagar frá kl. 15-19 uttan leygardag, tá er opið 11-16.