Síðani ein samanstoyt leygardagin hevur eitt bingjuskip ligið við stórari slagsíðu í siglingarrennuni inn til tvær av teimum størstu havnunum í India, sum tí eru stongdar. Óhappið hendi, tá bingjuskipini MV Khaijia 3 og MSC Chitra stoyttu saman. Tað fyrra skipið fekk ikki so stóran skaða og kundi sjálvt halda leiðina fram.
Hitt skipið fekk stóra slagsíðu og hevur síðani ligið í siglingarrennuni til havnirnar Jawahartal Neru Port og Mumbai Port, har umleið 40 prosent av indiska útflurninginum verður avskipaður.
MSC Chitra hevur mist umleið 250 bingjur, og tað er ikki óhugsandi, at eitrandi evni eru í fleiri teirra. Harafturat lekur olja úr skipinum, skrivar Reuters.
Havnarmyndugleikarnir siga, at tað fer at taka nakrar dagar, áðrenn havnirnar kunnu lata uppaftur. Fyribils liggja 35 skip og bíða eftir at sleppa út ella inn.










