Í kvøld vóru umleið tvey hundrað útisetar savnaðir á Norðuratlantsbryggjuni, har BankNordik og Atlantic Airways høvdu kunnandi tiltak við heitinum ”Vel Føroyar.”
Útisetar fingu góð ráð um øll hugsandi viðurskifti, tá ið teir ætla sær at flyta heim til Føroyar.
Jón Simonsen, stjóri í meklarafyritøkuni Skyn, greiddi frá, hvussu støðan er á bústaðarmarknaðinum í Føroyum í løtuni, og hvat fólk kunnu gera fyri at finna sær sín dreymabústað. Seinnu árini hava húsaprísirnir – serliga í høvuðsstaðarøkinum, men eisini aðrastaðni – verið hækkandi, og Jón Simonsen vísti á, at ein bústaður eisini er ein íløga.
Kundaráðgevi hjá BankNordik greiddi útisetunum frá um sethúsafígging, og hvat skal til fyri at fíggja bústaðin. Ráðgevin segði, at hóast tað kann verða trupult hjá útisetum at spara pengar saman, meðan tey lesa, ger ein samansparing sera stóran mun, tá ið bústaðurin skal fíggjast. Ein samansparing ger lánið minni og bíligari og lættir munandi um í gerandisdegnum.