Samanspælið var munurin

Øssur Hansen, sum legði upp til trý mál í dag, legði størstan dentin á samanspælið.

- Munurin á liðunum í dag, er at vit eru nógv betri samanspældir. Teir hava fingið tríggjar nýggjar mans, og tað tekur sína tíð at spæla eitt lið saman, greiðir Øssur Hansen frá.

Hinvegin er hann sum teir flestu, tá tosað verður um meistaraheiti.

- Vit hava tað øgiliga stuttligt, tá vit spæla fyri tíðina. Men vit taka bara ein dyst á gangin. Royna at njóta tað, og so verður tað, sum tað verður.