Nú skulu skúlarnir í Leirvík og í Gøtu samansjóðast til eina eind.
Tað ætla tey bæði bygdaráðini.
Gøta og Leirvík leggja saman til eina kommunu tann 1 januar 2009.
Men hóast samanleggingin formliga er tvey ár burtur, hava kommunurnar gjørt ein sáttmála, sum er ein forleypari til sjálva samanleggingina.
Hesin sáttmáli kom í gildi fyrsta januar í ár. Og tey lógu ikki á boðunum, tí tey hava longu sett nevndir at fyrireika ymsar tættir í samstarvinum ímillum tær báðar bygdirnar.
- Í sambandi við samanleggingina, hava vit sett okkum fyri at fáa skúlarnar í Gøtu og í Leirvík samansjóðaðar so at teir virka sum ein eind, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík.
Til at fyrireika hetta hava bygdaráðini í Gøtu og í Leirvík sett eina nevnd, sum skal kanna eftir, hvussu skúlarnir kunnu fáast at virka sum eina eind. Og tað skal í seinasta lagi vera tá ið kommunurnar leggja saman.
Tað eru partarnir, sum varða av skúlanum, ið eru umboðaðir í nevndini. Sostatt er umboð fyri bygdaráðini, skúlastýrini og lærararnir við í nevndini.
Borgarstjórin í Leirvík ásannar, at tað eru nógvir snávingarsteinar á leiðini fram til ein sameindan skúla.
Sjálv hevur hon onki boð upp á, at hvat hetta kann enda við, tí nú skal arbeiðsbólkurin lýsa málið og teir møguleikarnir, sum eru.
- Endamálið hjá okkum er at fáa meiri burturúr báðum skúlunum. Men, hvussu tað kann gerast, skal bólkurin gera eitt tilmæli um.
Hava nevnt framhaldsdeild
Men Fríðgerð Heinesen staðfestir eisini, at endamálið er at taka alla skúlagongdina frá 1. til 10, flokk við í arbeiðið hjá nevndini.
Men hon sigur eisini, at eitt, sum er nevnt, er, at samanlagda kommunan skal royna at fáa sína egnu framhaldsdeild, í hvussu so er 8. og 9. flokk.
Eisini hetta er ein spurningur, sum nevndin fer at hava við í sínum arbeiði.
Men úrslitið kann eisini verða, at lítlar og ongar broytingar verða.
Sum er, ganga børnini í Gøtu og í Leirvík í framhaldsdeild í Fuglafirði og skal skúlaskapurin í Gøtu og Leirvík endurskoðast, kann tað eisini ávirka støðuna í Fuglafirði, serliga vissi tað vísir seg, at málið verður at fáa framhaldsdeild, tí so verða børnini tikin úr framhaldsdeildini í Fuglafirði.
Av tí sama hava bygdaráðini í Gøtu og Leirvík kunna fuglfirðingar um ætlanina fyri ikki at dylja nakað fyri fuglfirðingum.
Fríðgerð Heinesen vísir annars á, at nógv hevur verið tosað um at skipa skúlan øðrvísi, eitt nú við felags 10. flokki fyri alla Eysturoy og kanska Klaksvík við.
- Hetta eru spurningar, sum vit ikki vísa frá okkum, men tað vísir seg, at tað verður ikki til meiri enn prát, leggur hon afturat.
Brunaliðini leggjast saman
Kommunurnar í Gøtu og Leirvík hava eisini sett nevnd at samansjóða brunaliðini.
Í hesum sambandi er setningurin greiðari enn við skúlanum.
- Vit hava sett okkum fyri at leggja brunaliðini saman sum skjótast. Spurningurin er so, hvussu tað verður skipað. Í hesum sambandi veldst eisini um, hvørji krøv myndugleikarnir seta, sigur Fríðgerð Heinesen.










