Samansjóða missiónsfólkið í Suðuroynni

Leygardagin verður spennandi temadagur fyri øll í Heimamissiónini í Suðuroynni. Tað er Finn Johannesen frá Vilt sum skipar fyri. Tiltakið verður í Meinigheitshúsinum í Vági.

Endamálið við degnum er at læra meiri um hvønn annan, soleiðis at tey duga at fara við hvørjum øðrum.

- Soleiðis koma vit at kenna styrkirnar og møguleikarnar fyri menning hjá hvørjum øðrum, verður sagt.

Seinnapartin verður fokus sett á møguleikarnar sum Heimamissiónin hevur í dag, og tær avbjóðingar sum liggja í hesum. Ætlanin er, at tey seta sær fyri at fara í gongd við fleiri av teimum tingunum, sum koma fram í hugarokinum.

Heimamissiónin skipar fyri møtum og øðrum andaligum tiltøkum í fleiri bygdum í Suðuroynni. Henda dagin fáa tey eisini møguleika fyri at hava tað álvarsamt og stuttligt saman.