Samansjóða fólkið í kommununi

Árligi familjudagurin hjá NSÍ verður hildin leygardagin við Løkin í Rúnavík.

 

– Hettar er triðja árið, familjudagurin verður, og hevur hann verið væl vitjaður, men vit vóna at síggja uppaftur meira fólk hesaferð. Hettar er ein partur av, at samansjóða fólkini í kommununi, og halda vit, at tað er ein góður máti at gera tað uppá, siga fyrireikararnir í NSÍ.

 

Tað verða nógv tiltøk á familjudegnum, eitt nú togtogan millum bygdirnar, kapping á tarvinum millum almennar persónar í Runavík, straffikapping, tónleikur, hoppiborgir, pílakast, kakutombola, fiskibrunnur og eisini verður høvi at keypa sær okkurt til matna.

 

– Vit byrja við gongutúri út á Toftavatn, har ársins vespa verður avdúkað, og so gongur leiðin inn aftur til Løkin, har NSÍ bjóðar øllum til ein góðan morgunmat. Um kvøldið verður syngið við, pup quiz og dansur í tjaldinum, siga fyrireikararnir.