Steypafinalan ólavsøkudag verður millum Víking og EB/Streym. Í síni tíð var GÍ ofta annar parturin av steypafinalum, men hetta er fyrsta ferðin, at samansetta liðið hjá leirvíkingum og gøtumonnum fer at royna seg í steypafinaluni.
Hjá teimum í Sundalagnum og á Eiði er tað triðja árið á rað, at teir skulu royna seg í steypafinaluni, sum teir hava vunnið tey bæði undanfarnu árini.
Víkingur hevði vunnið fyrru hálvfinaluna 1-0 í Fuglafirði. Í kvøld var talan í hampuliga góðum líkindum um stórsigur, tí Víkingur spældi grannarnar sundur og saman og vann 5-0 og harvið samantalt 6-0!
Í Streymnesi var tað heilt leingi rættuliga spennandi, hóast EB/Streymur vann 4-1 og tískil 5-2 samantalt.
Heimaliðið við Margáir var á odda mest sum alla tíðina. Bárður Olsen setti beinanvegin hol á við beinleiðis frísparki, og tá ið Rasmus Nielsen hevði javnað fyri AB við beinleiðis horna, svaraði EB/Streymur aftur í næsta álopi. Brian Olsen stútaði í málið eftir horna.
Seinna partin av 2. hálvleiki spenti AB álopsbogan, og argjamenn høvdu góðar møguleikar, men teir høvdu ikki marginalirnar við sær. Síðstu løtuna øktu Arnbjørn Hansen ? fínt langskot úr høgru og upp í handara krókin ? og Sorin Anghel, sum varð spældir leysur av innskifta Gudmundi Nielsen.
Víkingur-ÍF 5-0 (2-0)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: Hans Jørgen Djurhhus
2-0: Finnur Justinussen
3-0: Súni Olsen
4-0: Magnus Skoralíð
5-0: Sølvi Vatnhamar
Samantalt 6-0 til Víkingur
EB/Streymur-AB 4-1 (1-0)
Dómari: Dagfinn Olsen
1-0: Bárður Olsen
1-1: Rasmus Nielsen
2-1: Brian Olsen
3-1: Arnbjørn Hansen
4-1: Sorin Anghel
Samantalt 5-2 til EB/Streym
Ólavsøkudag spæla Víkingur og EB/Streymur finalu.