Samansettir suðuroyingar sorlaðir sundur

B36 hevði brúk fyri at reisa seg og gjørdi tað við sannførandi stórsigri á VB/Sumba

BÓLTAR
VB/Sumba 1 bólt
B36 3 bóltar

Setningurin hjá B36 til útidystin móti VB/Sumba 2. páskadag var rættiliga einfaldur. Teir skuldu reisa seg eftir eyðmýkjandi tapi við Løkin Skírisdag. Henda setning greiddi liðið úr høvuðsstaðnum bæði væl og virðiliga, tí teir vunnu sannførandi 4-0 á samansetta suðuroyarliðnum.

Leingi var málleyst
Tað stóð leingi á jøvnum partanna millum, men tað var ikki tí, at VB/Sumba gav gestunum dygga mótstøðu. Fyrri hálvleikur var so at siga eitt stórt langt trýst á málið hjá VB/Sumba, men B36-arnir vóru ikki nóg skarpir.
Hóast ógvusligt trýst so bendi alt á, at fyrri hálvleikur fór at enda málleysur. Men brasiliumaðurin í vinstra borði hjá B36 vildi tað øðrvísi, og við einum perlumáli av einum frísparki tryggjaði Alex dos Santos B36 eina týdningarmikla hálvleiksleiðslu.
Málið fekk tó ikki VB/Sumba at falla í fátt, heldur tvørtur ímóti. Eftir málið ressaðust heimamenninir við, og bæði fyri og eftir steðgin hóttu teir B36. Gestirnir megnaðu tó at standa teimum kurl, skoraðu enntá eitt mál aftrat, tá eitt korter var spælt av seinna hálvleiki, og so gekk bara ein veg.
Tað var Fróði Benjaminsen sum skoraði til 2-0, eftir trunkaspæl í brotsteiginum. Tá fimm minuttir restaðu økti Allan Mørkøre eftir eitt væl spælt álop, og Fróði Benjaminsen staðfesti sigurin bara tveir minuttir fyri leiklok, tá hann stútaði bóltin í netið.

Fult uppiborið
Hóast tað stóð á jøvnum at kalla allan fyrra hálvleik, og VB/Sumba eisini hótti nakað í seinna hálvleiki, so tóktist B36 at hava tamarhald á støðuni frá fyrsta bríksli. Teir høvdu yvirvág í bæði hvat spæli og málmøguleikum viðvíkti.
Útvísingin av Suna í Hørg í seinna hálvleiki gjørdi eisini uppgávuna tað lættari, og tí var tað eingin trupulleiki at trilla bóltarnar í mál og sigurin í hús, soleiðis at tað í síðsta enda var talan um sorl frá B36.