Samansetta liðið sigraði

Tað var samansetta liðið frá Argja skúla og venjingarskúlanum, sum sigraði, tá finalan í First Lego League Føroyar varð hildin í Klingruni á Føroya Tele leygardagin. Tey skulu í næstum til Svøríki at umboða Føroyar í finaluni fyri Norðanlond

Longu klokkan átta leygarmorgunin vóru 150 føroyskir skúlanæmingar savnaðir í Klingruni í Hoyvík hjá Føroya Tele. 14 lið og leiðarar teirra pyntaðu básar og fyrireikaðu seg til finaluna.
Ætlanin fyri dagin var rættiliga greið. Fyrst skuldu bólkarnir í eini framløgu vísa á úrslit teirra í arbeiðinum við ársins tema, sum var nanotøkni.
Eftir hetta skuldu bólkarnir kappast á ársins bana, har tey við robottum skuldu loysa ymsar uppgávur.
Tá hetta var avgreitt skuldu næmingarnir greiða frá, hvussu tey høvdu bygt og programmerað teirra robott. Seinasta uppgávan hjá næmingunum var eitt halda eitt show.
 
Sjey virðislønir
Virðislønir vórðu lætnar fyri allar ymsu partarnar av kappingini, og tilsamans vóru sjey ymsar virðislønir at kappast um.
Virðislønina fyri best innlit í nanotøkni, fekk samansetta liðið, K.U.R.T, við næmingum úr Argja- og Venjingarskúlanum. Samstarvsvirðislønina fingu næmingar úr Skála skúla, Junior Kids. Virðislønina fyri tøkni og design fekk bólkurin Doctor Frans úr Sankta Frans skúla, og bestu framløguna hin bólkurin úr Sankta Frans skúla, sum rópti seg P.U.M.A. Síðani skuldu næmingarnir kappast í robottkappingini á bananum. Hesa kappingina vann bólkurin K.U.R.T, meðan Junior Kids gjørdust næst fremstir.
Hesi úrslit høvdu við sær, at tá allar kappingarnar vóru taldar saman, so var tað samansetta liðið, K.U.R.T, sum hevði savnað sær flest stig, og tíð endaði ovast og vann kappingina.
 
Dómarar við tyngd
Finalan leygardagin var endin á eini átta vikur drúgvari prosess hjá luttakarunum – uttan K.U.R.T , sum nú skulu fyrireika seg til Skandinavisku finaluna í Västerås í Svøríki.
Næmingarnir hava tikið kappingina í stórum álvara og gjørt sera nógv burturúr.
Og fyri at løna hesum aftur og vísa, at fyrireikararnir eisini taka kappingina í allar størsta álvara, so hava teir syrgt fyri einum dómaraborði við væl skikkaðum fólki, og taldist løgmaður, Jóannes Eidesgaard, millum dómararnar saman við landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm og stjóranum í Føroya Tele International, Tróndur Djurhuus.
Jóannes Eidesgaard luttók ikki einans sum dómari í kappingini. Hann setti eisini finaluna leygarmorgunin við eini lítlari røðu.
–Eg eri sera hugtikin av hesi kapping, tí tit ungu verða stimbraði at arbeiða sjálvstøðugt, og samstundis í toymi. Tit menna hesi evni saman við áhuganum fyri náttúrutøkni. Tit læra, at ogna tykkum vitan og at nýta vitanina gjøgnum kreativu tilgongdina og eisini at bera vitanina víðari, segði løgmaður, Jóannes Eidesgaard, millum annað í setanarrøðu síni.
 
Nr. 6 av 12 londum
Til sjálva kappingina leygardagin, var Jan-Oddvar Sørnæs og vitjaði saman við einum av stigtakarunum til at fáa First Lego League tvørtur um Atlantshavið og higar. Jan-Oddvar Sørnæs er professari á Handilsháskúlanum í Bodø, og umframt at vera eygleiðari til kappingina, so hevði hann eisini ábyrgdina av stigaskipanini í kappingini. Henda stigaskipan var ein skipan, sum føroysku liðini høvdu í felag við lið úr ellivu øðrum londum, og sum roknaði stigini hjá bólkunum út á eini felags stigatalvu á alnetinum, soleiðis at til bar at síggja, hvussu øll liðini stóðu seg í mun til hvørt annað.
Her var talan um lið úr Noreg, Danmark, Bretlandi, Hollandi og fleiri við teimum. Tá alt kom til alt vísti tað seg, at føroysku vinnararnir K.U.R.T endaðu sum nummar seks av øllum hesum liðunum.
Eitt sera flott úrslit, sum ongin hevði roknað við, og kanska ein ábending um, at føroyskir skúlanæmingar saktans kunnu standa seg millum aðrar skúlanæmingar í kappingum, hóast vit hava eina PISA-kanning, sum sigur okkurt annað.
 
Til Svøríkis í desember
Klokkan fýra seinnapartin var ætlanin at tiltakið skuldi enda. Hetta dró eitt sindur út, men klokkan fimm var so alt leyst og liðugt. Seinkanin upp á ein tíma er tað einasta fyrireikararnir kunnu seta ein fingur á við tiltakinum. Annars gekk alt sum smurt, og bæði luttakarar og teir fleiri hundrað áskoðarar fingu undirhald og spenning fyri allar pengarnar leygardagin.
Samansetta liðið úr Argja- og Venjingarskúlanum vann kappingina, og skulu tí fyrst í desembermánaði til Västerås í Svøríki at umboða Føroyar í Skandinavisku finaluni í First Lego League.

 
 

 
Um First Lego League:
Ætlanin við First Lego League er fyrst og fremst at menna og økja um áhugan hjá børnum og ungum fyri náttúruvísind, og at geva børnum góðar royndir at arbeiða við verkætlanum. Hugskotið er, at barnið sjálvt er drívmegin í arbeiðinum, og at tey “vaksnu” einans eru við til at hjálpa og hava eftirlit við gongdini.
First Lego League er ein verkætlan, sum fevnir yvir átta vikur og er fyri ungdómar frá 10 til 16 ár. Talan er um eina tvørfakliga verkætlan, har høvuðsdentur verður lagdur á náttúruvísind, kreativitet og framløgu.