Samansett sagnorð

Málstrikan

Sum onnur mál hevur føroyskt samansett sagnorð (fyrigeva, umskriva, avtaka). Summi eru fast samansett og fara ikki sundur (formana, avlaga, behalda). Summi hava trýst á fyrra parti (átekna, avlasta, tillaga, avskriva, uppgeva); onnur hava herðing á seinna parti (betala, fordríva, forganga, forláta, forsvinna). Og so eru aftur onnur, sum vit kunnu kalla leyst samansett, tí tey hava eitt hjáorð aftur at sær og verða ikki samanskrivað (taka í, fara við, koma aftur, geva út, taka inn, skriva av, geva fyri, geva upp).

Tað, sum er felags fyri øll hesi orð, er tað, at tey verða næstan ikki umtalað í teimum grammatikkunum, sum higartil eru komnar. Tað einasta, sum “verður gjørt við” hetta viktiga máløkið, er, at summir málbrúkarar royna at gera nøkur fast samansett til leyst samansett. Til dømis verður orðið ‘yvirtaka’ gjørt til ‘taka yvir’. Men hvussu beint er nú hetta? Burtursæð frá, at ‘yvirtaka’ hevur hevd og livirætt, er eisini týdningsmunur. Vit kunnu yvirtaka fólkakirkjuna, yvirtaka leiðsluna í einum felag, yvirtaka vanar og óvanar hjá øðrum osfr. Men ‘taka yvir’ er nakað annað. Tað kann betýða ‘loysa av’: Á midnátt kom fyrsti stýrimaður á brúnna og tók yvir. Onkur, sum býr í Amerika og hevur foreldrini í Europa, kann ynskja at “taka tey yvir”. Vit hava eisini orðafellið ‘taka út yvir’ í týdninginum ‘bera yvir við’.

Eitt annað samansett sagnorð, sum í hesi tíð verður skeiklað í blaðmannamáli, er burturføra. Tað verður nú gjørt til ‘at flyta burtur’. Men her er stór fløkja. At føra og at flyta eru hvørt sítt. Mann kann flyta til Norra (av fríum vilja), og mann kann blíva førdur til fongsul ella gálga av ómildum monnum. Tað er tí skilaleyst, tá ið fólk í kringvarpinum siga, at neyðars gíðslar í Irak eru burturfluttir. Hevði tað verið so væl! So komu tey kanska til eitt betri land. Nei, tey blivu burturførd, tí tey høvdu latið seg forføra til at fara til eitt so farligt land. (MT)