Samanleggingin onga ávirkan á Beta

Olaf Olsen sigur, at ognarviðurskiftini hjá partafelagnum Beta, sum rekur reiðaravirksemi og landingarmiðstøð í Saltangará, verða fullkomiliga óbroytt, nú Skipafelag Føroya og Eimskip leggja saman. ? Ognarfelagið frá 1980, sum eigur feløgini aftanfyri skipini, er og verður eitt føroyskt felag burtur av, sigur hann

Beta

Tað er Ognarfelagið frá 1980, sum eigur partafelagið Beta í Saltangará. Beta rekur reiðaravirksemi og landingarmiðstøð, sum felagið eisini eigur. Ognarfelagið frá 1980 eigur eisini felagið, ið átti Handils-og Frystivirkið í Fuglafirði, sum í sínari tíð misti at kalla allar sínar ognir. Fýra av sonevndu kuba-trolarunum hava verið í felagnum Beta og fýra í felagnum, sum átti Handils-og Frystivirkið. Hesi bæði feløgini hava tó verið rikin sum eitt felag undir navninum, Beta sum nú eisini eiga nýggju trolararnar, Bak og Stelk.
Olaf Olsen, sum í fleiri ár var stjóri og reiðari, sigur, at Ognarfelagið frá 1980 hevur nøkulunda somu eigarar sum Skipafelag Føroya, tó eru ikki allir eigararnir teir somu.
Hann sigur, at hann t.d. eigur ein lítlan part í Skipafelag Føroya, sum hann tekur til, men einki í Beta.

Onga ávirkan

Olaf Olsen sigur, at samanleggingin millum Skipafelag Føroya og Eimskip fær onga ávirkan á Ognarfelagið frá 1980, ið sum nevnt eigur Beta og felagið, sum átti Handils-og Frystivirkið.
- Her verður eingin sum helst broyting, og feløgini verða fult og heilt sum áður á føroyskum hondum. Við samanleggingini koma íslendingar tískil ikki at eiga lut í hesum feløgum, sigur hann.