Samanlegging nærkast


Sum vit áður hava skrivað, so hevur verið tosað um at gera enn eina roynd, har Sumba og VB skulu leggja feløgini saman.
                      Nevndirnar báðar hava tosað saman um málið í eina tíð, og í vikuni hava so limafundir verið, har tað hevur verið kannað, hvørt limirnir eisini eru sinnaðir fyri eini samanlegging.
                      Og tað eru tey eftir øllum at døma. Bæði í Vági og í Sumba hava nevndirnar fingið fullan stuðul, tó at nakrar einstakar treytir eisini fylgdu við stuðlinum. Eitt nú tykist greitt, at feløgini í øllum førum komandi árið fara at halda fast um nøvnini, soleiðis VB hevur liðið í bestu mansdeildini og Sumba í teirri næstbestu. Einamest tí feløgini bæði hava stórar føðingardagar at halda komandi ár.
                      Í næstum verður farið undir ítøkiligar samráðingar um treytirnar fyri eini ætlaðari samanlegging.