Samanlegging - men hastar ikki

Borgarstjórin í Sumbiar kommunu, Hildur Vestergaard, sigur, at øll fimm, sum manna bygdaráðið, eru fyri at leggja alla Suðuroynna saman í eina kommunu.

- Tað er eingin samtykt gjørd um hetta, men vit eru øll samd um, at samanlegging er hitt einasta rætta. Sum er, klára tær smáu kommunurnar seg fíggjarliga, og tí hastar tað ikki við eini samanlegging. Men tá alt skal leggjast út til kommunurnar at umsita, verður neyðugt við størri eindum, og Suðuroyggin er ikki størri enn so, at vit saktans kunnu finna saman í eina kommunu.

Sumbiar kommuna fevnir um bygdirnar Sumba, Lopra, Akrar og Víkarbyrgi, har eingin fastbúgvandi er í løtuni.

Hildur Vestergaard, sum sjálv er ættað úr Vági, men gift til Sumbiar, sigur, at Sumba er nógv tann størsta bygdini í kommununi.

- Í Sumba búgva umleið 260 fólk, og í Lopra og Økrum búgva umleið 100 fólk tilsamans, harav nógv tey flestu búgva í Lopra. Í kommununi tilsamans búgva soleiðis eini 370 fólk, sigur Hildur Vestergaard.