Við at økja um samstarvið millum útvarp og sjónvarp fæst eitt fakliga sterkari umhvørvi við meiri kvalitativum journalistikki, sigur aðalstjórin á Danmark Radio, Christian S. Nissen, nú Útvarp og Sjónvarp Føroya leggja saman
Danmark Radio (DR) hevur seinastu fimm árini økt munandi um samarbeiðið millum útvarps- og sjónvarpsframleiðslu. Fram til fyrst í 90´unum arbeiddu útvarps- og sjónvarpsfólk tætt saman. Síðani vórðu framleiðslurnar skildar sundur fyri tíggju árum síðani, áðrenn leiðslan á DR fyri fimm árum síðani aftur tók eina vend og integreraði útvarps- og sjónvarpsframleiðslu við øktum samstarvi.
DR hevur stórt sæð sama budget í dag sum fyri 10 árum síðani, men kortini verður í dag framleitt tvífalt so nógv tilfar. Sambært Christian S. Nissen, aðalstjóra á DR, er økta samstarvið og integratiónin millum útvarp og sjónvarp ein orsøk til framburðin, og hann metir, at samanleggingin av ÚF og SVF kann skapa ein betri loftmiðlaheim í Føroyum.
Góðska framum kapping
Christian S. Nissen sigur fyrst og fremst, at hann ikki hevur nakra kategoriska støðu til samanleggingina av ÚF og SVF, tí alt veldst sjálvsagt um, hvussu uppgávan í praksis verður hagreidd eftir 1. januar og komandi árini.
Men Nissen hevur nógvar royndir frá sínum arbeiðsumhvørvi á DR, og har hevur talan sambært honum verið um økt samstarv og alsamt tættari tilknýti millum útvarp og sjónvarp seinnu árini.
- Okkara royndir eru, at vit hava fingið eitt fakliga sterkari umhvørvi, tá vit hava lagt redaktiónir og deildir saman. Vit hava t.d. eina felags mentanardeild við útvarps- og sjónvarpsframleiðslu, og úrslitið er einfalt betri og meiri gjøgnumarbeiddar mentanarsendingar, tí vit í felag gagnnýta alt okkara tilfeingi meiri effektivt, sigur Christian S. Nissen. Hann heldur, at við felags samstarvi á praktiska og tekniska økinum, samstundis sum øll vitan verður gagnnýtt til fulnar, fær kundin borðreitt kvalitativari journalistikk.
Men tað er ikki bert á mentanarøkinum, at samstarvið á DR er økt. Tíðindaredaktiónirnar hjá útvarpi og sjónvarpi arbeiða í ein mun saman, hóast framleiðslurnar í løtuni fara fram í hvør sínum bygningi. Nýggir bygningar standa í løtuni í gerð, og tá teir eru lidnir um hálvt annað ár, verða tíðindaredaktiónirnar eisini undir sama taki.
- T.d. hava vit í løtuni felags research umhvørvi og felags arkiv á tíðindaøkinum, og um vit hava stórtíðindi at bera í sjónvarpstíðindunum, fær útvarpið eisini somu tíðindini og fer mangan í luftina við teimum áðrenn sjónvarpið, sigur Christan S. Nissen.
Júst á hesum øki íkemur ein viðkomandi spurningur fyri loftmiðlaleiðsluna og politiska myndugleikan í Føroyum, nevniliga kappingin og tíðindafjølbroytnið. Aðalstjórin ásannar, at økt samstarv millum útvarps- og sjónvarpsfólk skerjir kappingina og skaðar fjølbroytnið, men hinvegin er vinningurin við øktum samstarvi kanska størri, enn missturin er.
- Tað týdningarmiklasta og mest avgerandi er fakliga góðskan á vøruni, sum kundin fær. Hóast vit ikki hava sama fjølbroytnið við økta samstarvinum á redaktiónunum, eru sendingarnar betri, meiri gjøgnumarbeiddar, meiri upplýsandi og meiri avdúkandi, og hóast kostnaðurin er meiri einstáttaður tíðindaflutningur, er betri journalistkkur ein sigur fyri fólkaræðið, sigur Christian S. Nissen.
Men aðalstjórin leggur dent á, at kapping eisini kann varðveitast, hóast útvarp og sjónvarp verða framleidd í sama bygningi og sama stovni.
- Vit vilja varðveita tvær sjálvstøðugar tíðindaredaktiónir, eisini undir sama taki um hálvt annað ár, og hesar skulu sjálvsagt kappast. Men tá vit meta, at kundin fær ágóðan og betri góðsku við samstarvi framum kapping, samstarva vit heldur, sigur Nissen.
Hann undirstrikar, at kapping er neyðug, men at talan skal vera um eina javnvág. Journalistikkurin kundi sambært Nissen mangan verið betri, um man ikki stardi seg blindan í kapping og í staðin dugdi betri at samarbeiða.
Føroyskt samstarv
Aðalstjórin á DR ynskir ikki at sita niðri í Keypmannahavn og kommentera føroysk viðurskifti, men hann veit, at bæði sjónvarp og útvarp arbeiða undir sera trongum fíggjarkarmum í Føroyum, og tí ímyndar hann sær, at felags arbeiði og økt samstarv kann betra um loftmiðlagóðskuna og harvið vera gagnligt fyri føroyingar.
- Talan verður sjálvsagt ikki um somu kapping eftir 1. januar í Føroyum, men hinvegin kann journalistikkurin gerast betri, og tá er kundin - fólkið - stóri vinnarin. Vinningurin við samstarvi kann á henda hátt vera størri enn tapið, og tað kann gerast ein sigur fyri tykkara land, sigur aðalstjórin, hóast hann er tilvitaður um, at eingir aðrir veruligir kappingarneytar eru á føroyska loftmiðlaøkinum.
Málið skal sjálvsagt vera, at framleiðslan borgar fyri bæði góðsku og fjølbroytni, men tá fíggjarliga rásarúmi ikki ger hetta gjørligt, má raðfestast og veljast.
- BBC kann saktans seta 400 fólk av til nakrar náttúrusendingar, har góðskan er í topp. Samstundis hava teir orku og tilfeingi til eina ørgrynnu av øðrum tilfari. Vit hava ikki hesar møguleikar í Danmark, og tit hava teir enn minni í Føroyum. Tí má man í hvørjum føri vurdera, hvat tænir fólkinum, og tá hava mínar royndir verið, at økt samstarv elvir til betri góðsku, og júst hetta - vøran til kundan - er tað týdningarmiklasta, sigur Nissen.
Nógv kann sparast
Eitt høvuðsargument at leggja saman hevur verið umsitingarligar sparingar. Spurdur, hvussu nógvan pening hann ímyndar sær, føroyingar kunnu vinna við eini samanlegging, sigur Nissen, at hann enn einaferð ikki kennir nóg væl føroysk viðurskifti at svara hesum. Men aðalstjórin hevur tó eina meting.
- Mínar royndir siga mær, at nógv kann sparast við samanleggingum. Møguleikarnir gerast betri at gagnnýta tilfeingi til fulnar, og orkan kann koordinerast effektivari. Vit á DR høvdu stórt sæð sama budget fyri tíggju árum síðani, sum vit hava í dag, og vit framleiða tvífalt so nógv tilfar. Hetta sigur eitt sindur um, at bæði meiri og betri tilfar kann fáast til vega, um nøkur felags tøk verða tikin, sigur aðalstjórin á Danmark Radio at enda.










