Samanlegging, ið hvussu er fyri liðini í vaksnamannadeildini er vegurin fram hjá TB, FC Suðuroy og Royn, um suðringar vilja verða við í oddinum í føroyskum fótbólti.
Teitur Joensen, ítróttarviðmerkjari tók støði í væleydnaðu samanleggingunum millum GÍ og LÍF í Víkingi, og samanleggingina, sum hann kennir best til, nevnliga EB/Streym.
Teitur Joensen er greiður yvir, at tað ikki eru bara fyrimunir við at leggja saman, men tað eru heilt greitt fleiri fyrimunir enn vansar fyri TB, FC Suðuroy og Royn at hava felags vaksnamannalið. So kunnu feløgini annars liva víðari í lægri deildunum um tað er ein millumloysn, sum krevst fyri at fáa undirtøku fyri samanleggingini.
Teitur Joensen gav eisini sítt boð uppá dystirnar í effodeildini hesaferð, sum allir byrja klokkan 15 sunnudagin :
AB-KÍ (Rás2 sigur frá dystinum)
Víkingur-TB (Rás2 sigur frá dystinum)
B36-NSÍ
ÍF-Skála
B68-HB