Samanlegging er einasta bjarging

SJÚKRAHÚSINI Verða tey trý sjúkrahúsini ikki løgd saman, sær tað øgiliga svart út hjá teimum báðum smáu sjúkrahúsunum, sigur Hans Jákup Simonsen, formaður í Serlæknafelagnum

- Einasta bjargingin fyri tey smáu sjúkrahúsini í Suðuroy og í Klaksvík er at øll trý sjúkrahúsini í landinum verða løgd saman undir eina felags leiðslu.
Tað er Hans Jákup Simonsen, formaður í Serlæknafelagnum, púra sannførdur um.
Hann sigur, at tíðin arbeiðir ímóti smáum sjúkrahúsum allastaðni og tað ger hon eisini í Føroyum.
- Soleiðis er rákið og tað fáa vit onki gjørt við, men eg skilji væl, at tey smáu sjúkrahúsini stúra.
- Men teirra einasta vón um bjarging er at tey verða løgd saman við Landssjúkrahúsið, tí fakliga er als onki argument fyri at hava trý, sjálvstøðug sjúkrahús.
Hann er ivast ikki í, at um fá ár verður tað meiri enn tórført at fáa læknar at átaka sær starv á smáu sjúkrahúsunum.
- Yvirlæknarnir á smáu sjúkrahúsunum eru farnir at eldast og eg eri sannførdur um, at sum støðan er í dag, verður sera tórført at manna størvini av nýggjum, tá ið teir leggja frá sær.
- Ein møguleiki er sjálvandi til at manna størvini við vikarum, men tað er sanniliga nakað, sum kostar pengar.
- Tað eru ordiligar pengamaskinur leggur hann afturat.
- Og samstundis taka teir sjúklingar frá einum serlækna í Havn, men fíggjarliga er tað ikki klókt.

Alt ov vánaligt
Hans Jákup Simonsen staðfestir, at tað er dýrt fyri samfelagið at hava trý sjálvstøðug sjúkrahús, sum berjast um tað somu játtanina.
Men tað er alneyðugt, at tey sjúkrahús, vit hava, samstarva og tað er ikki støðan í dag.
- Samstarvið ímillum tey trý sjúkrahúsini er alt ov vánaligt. Eg veit, at nógv siga, at vit hava nógv samstarv, men tað passar ikki, tí tað er lítið og onki samstarv ímillum okkum.
- At kalla einasta samstarv, sum vit hava, er tað, at allir vánaligir sjúklingar verða lagdur inn á Landssjúkrahúsið, leggur hann turrisliga afturat.
Hans Jákup Simonsen dugir ikki at siga, hví samstarvið er so vánaligt.
Men hann heldur rætt og slætt, at ein orsøk er, at sjúkrahúsini liggja í hvør sínari skotgrøv, har tey hvør í sínum lagi berjast við hond og fót at verja tað, tey hava.
Tí heldur hann, at skal tað eydnast at fáa sjúkrahúsini at samstarva, er neyðugt at leggja tey saman undir eina felags leiðslu.
- Tað er nógv lættari at samstarva undir eini felags leiðslu enn tað er at samstarva undir trimum sjálvstøðugum leiðslum, sum ikki altíð eru samdar, sigur formaðurin í Serlæknafelagnum.

Læknar vilja ikki
Hans Jákup Simonsen rákið er tann vegin, at hvørt serlæknaøkið verður smalari og smalari.
Tí nyttar einki at blíva við at hava romantiskar dreymar um Doktor Dahl og aðrar læknar, sum dugdu alt, tí tað slagið av læknum eru ikki til longur.
- Tíðin er farin frá teimum gomlu læknunum, sum dugdu alt. Serøkini verða alsamt smalari og smalari so ein einsamallur yvirlæknia einum sjúkrahúsi formáar sær einki á nú á døgum.
- Men fyri at ein serlækni skal trívast og mennast og fyri at hann skal kunna varðveita sítt serøki, er neyðugt, at hann hevur nóg mikið at gera.
- Føroyar eru so smáar, at skal ein serlækni hava nóg mikið at gera, er tað sostatt alneyðugt at miðsavna viðgerðirnar. Tí er tað heilt burturvið at hava somu viðgerðir á fleiri sjúkrahúsum.
- Sostatt er tað alneyðugt at leggja sjúkrahúsini saman fyri at kunna skipa tað neyðuga samstarvið ímillum sjúkrahúsini, so at viðgerðirnar kunnu samskipast betri ímillum tey.
Hans Jákup Simonsen heldur, at hetta er einasti máti at tryggja føroyingum eitt heilsuverk á tí stigi, sum vit vilja hava tað at vera á.
- Sum støðan er nú, er tað als ikki nóg áhugavert at vera lækni í Føroyum og tað ger, at tað er tórført at manna læknastørvini.
- Høvdu sjúkrahúsini verðið samanløgd og viðgerðirnar samskipaðar, hevði støðan verðið heilt øðrvísi, men sum tað er nú, tíma læknar illa at arbeiða í føroyska heilsuverkinum, við tí klandri, sum í dag er ímillum sjúkrahúsini.

Politiskur spurningur
Hans Jákup Simonsen hevur sum so ongar viðmerkingar til spurningin um, hvussu nógv sjúkrahús, vit skulu hava í Føroyum.
- Tað er og verður altíð ein politiskur spurningur, hvussu nógv sjúkrahús, vit skulu hava.
Og hann staðfestir eisini at tað er als ikki á dagsskrá hjá serlæknunum, at nakað av sjúkrahúsunum skal leggjast niður.
- Tað er slett ikki ein spurningur, sum vit tosa um.
- Men tað er alneyðugt, at viðgerðirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum verða samskipaðar. Læknafakliga er tað ikki forsvarligt at hava somu viðgerðir á tveimum sjúkrahúsum, tí tá fær avvarðandi yvirlækni ikki nóg mikið at gera til at hann kann varðveita sín førleika.
- So tað slepst ikki undan at vit taka støðu til, hvørjar viðgerðir skulu vera hvar, ístaðin fyri at halda fram sum nú, hvørt sjúkrahús ger næstan sum tað vil, uttan nakra yvirskipaða leiðslu.
- Tað ger tað ikki serliga áhugavert at vera lækni í Føroyum, sigur Hans Jákup Simonsen.