Samanlegging á alnótini

Tíðindaskriv

Hóast Kirkjubøar og Tórshavnar kommuna ikki alment leggja saman fyrr enn 1. januar 2005, so leggja heimasíðurnar hjá kommunum saman í dag

Tórshavnar kommuna og Kirkjubøar kommuna hava longu framt ein part av kommunusamanleggingini ? tær hava lagt saman heimasíðurnar
www.torshavn.fo og
www.kirkjubo.fo
Alt tað, sum fyrr lá á www.kirkjubo.fo er nú vorðið ein partur av torshavn.fo. Soleiðis ber nú til at lesa: frásagnir av gomlum bygdarráðsfundum undir býráðsarbeiði, hagtøl fyri fólkavøksturin undir Tórshavn í tølum og um skúlabarnakoyringina í Kirkjubøar kommunu undir bussleiðini. Kunngerðir og fundarskráir hjá bygdaráðnum framyvir verða eisini lagdar á torshavn.fo