Samanlagdi stovnurin eitur nú “SamVit”

Mikudagin 2. mai var almenn móttøka á Bryggjubakka 12 í Havn í sambandi við at Elin Heinesen er sett sum stjóri á samanløgdu stovnunum Ferðaráð Føroya og Menningarstovuni. Samanlagdi stovnurin hevur fingið navnið “Samvit”

 

Stjóri á “SamVit” er Elin Heinesen. Hon er 48 ára gomul og úr Havn. Elin er cand. mag. við høvuðsgrein í ‘æstetik og kultur’ og hjágrein í “norðurlendskum máli og bókmentum” Harumframt hevur hon tikið filmshandrithøvundatbúgving á (Den Danske Filmskole) og framhaldsútbúgving í vinnulívsbúskapi á (Copenhagen Business School).

 

Elin hevur búð í Keypmannahavn í 23 ár, har hon hevur havt fleiri avbjóðandi størv.

Tá Elin søkti starvið sum stjóri á samanlagda stovninum, sat hon í starvi í Danmark sum blaðstjóri fyri eitt av mest lisnu forbrúkarabløðum – KIWI magazine.

Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum avdúkaði nýggja navnið hjá samanlagda stovninum: “SamVit”. Navnið skuldi vera stutt og greitt og lætt at siga og hoyra. Tað skal kunna úttalast av útlendingum og lýsa endamálið við stovninum.

* Vit hava meira frá móttøkuni fyrst í komandi viku.

mg