Samanhald skal vinna á sundurlyndi

- Eg fegnist um, at optimisman er veksandi, tí tað er ikki minst hugburðurin hjá okkum øllum sum er mest avgerandi, sigur Jørgen Niclasen.

Ert tú nøgdur við árið ið fór?

 

- Eg haldi, at vit eiga at minnast 2013 fyri framburð og vøkstur. Um vit samanbera Føroyar við londini í Evropa, skara vit framúr.

 

Jørgen Niclasen vísir á, at arbeiðsloysið er minkað aftur og telist nú millum allar lægstu í Evropa. Bæði útflutningur og innflutningur vuksu í árinum sum fór.

 

- Eg fegnist um, at optimisman millum fólk er veksandi, tí tað er ikki minst hugburðurin hjá okkum øllum sum er mest avgerandi. Vit síggja í treystitalinum, at bjartskygni nú er tað hægsta síðan 2007 og er veksandi, og kanning hjá Heilsuráðnum vísir, at vit eru mest nøgda fólk í Evropa.

 

Jørgen Niclasen vísir á, at framburður kemur ikki av sær sjálvum.

 

Hevur tú eitt nýggjársynski?

 

- Mítt nýggjársynski er, at allir føroyingar í 2014 taka saman hendur og lyfta Føroyaland enn longur fram á leið. Latið samanhald vinna á sundurlyndi, er áheitanin hjá Jørgeni Niclasen.