Mentanarhús
Snotuliga húsið, sum tikið er í nýtslu, boðar somuleiðis frá einum sterkum vilja og einum góðum samanhaldi í Fuglafirði, uttan tað varð málið ikki nátt heldur hesin ein tann mest virkni politikarin úr bygdini í mong mong ár.
Sjálvur hevur hann verið við í hesum arbeiði so ella so og hann ásannar, nú húsið stendur liðugt, at tað hevur hevur tikið sína tíð. Sjálvur hevði hann við málið at gera, tá spurningurin um bygging av mentanarhúsi varð reistur.
-Minnist meg rætt, var tað í 1986, at tosað varð um at fáa stovnsett eitt felag í bygdini, ístaðin fyri fleiri, sum tá vóru, við tí endamáli at lyfta í felag og fáa reist eitt hóskandi mentanarhús í bygdini. Sjónleikarafelagið átti um tað mundið væl av peningi, meðan bygdafelagið átti ikki ta stóru rúgvuna, men var eitt virkið felag. Hetta eydnaðist eftir, at nógvir fundir vórðu hildnir. So varð farið til verka.
Signar á Brúnni heldur, at Fuglafjørður hevur verið so heppin at eiga Niels Midjord, ið allir føroyingar kenna frá vísusangi, men vísir á, at hesin maður kann so nógv annað ? hann er ein fjølbroyttur mentamaður.
-Uppskot um hús teknaði hann og modell gjørdi hann eisini og øllum dámdi uppskot hansara. Sjálvur hevði eg nakrar fundir við landsins myndugleikar um projektið, og teimum dámdu eisini projektið hjá Nielsi. Játtaður varð studningur eftir lógini um bygdarhús, ið eg sjálvur hevði lagt á tingborð, fyri nú mongum árum síðani, og kommunalu myndugleikarnir vístu málinum stóran áhuga, bæði sitandi og undanfarna býráð, so alt sá ljóst út.
So varð farið til verka, og mong vóru tey, ið løgdu bæði tíð og orku í hetta mál. Ein av dyggastu stuðlunum mundi vera Willy Jan Feilberg, ið er byggikønur og var Nielsi ein hollur stuðul.
Signar á Brúnni, sum fegnast saman við bygdamonnum sínum, ásannar, at drúgv tíð er liðin, síðani tankin varð føddur, og til dagin í dag, nú húsið stendur liðugt, men allir fuglfirðingar eru væl nøgdir við úrslitið, og nógvir eru teir, ið hava rætt eina hond í samband við byggingina.
Sjálvur hevur hann alla tíðina lagt stóran dent á, at nevndin, ið hevur við byggingina at gera, setti ein leiðara nóg tíðliga, so greiðar reglur verða gjørdar um, hvussu húsið skal nýtast.
-Vit eiga at leggja dent á, at allir fuglfirðingar eiga at fáa gleði av húsinum. Tað skal nýtast til tónleik, sjónleik, listaframsýningar, sang, føroyskan dans, kristiligar fundir o.m.a. soleiðis sum ætlanin varð upprunaliga.
Signar heldur sjálvur, at gøtumaðurin, sum er settur til at standa fyri húsinum ? hálvur fuglfirðingur, sonur Sonju hjá Kittuni og Harald, Jonhard Hammer, er rætti maðurin. -Tað verður ein stór og krevjandi uppgáva løgd á hann, og tað er av alstórum týdningi at fáa eina so góða byrjan sum møguligt. Hann skal ikki vera einsamallur um hetta, men fuglfirðingar eiga at stuðla honum væl í arbeiðinum.
Í síni tíð sum landsstýrismaður tosaði Signar á Brúnni mangan við stjóran í Norðurlandahúsinum, Helgu Kjørvar, har tey eisini komu inn á møguleikarnar hjá mentanarhúsinum í Fuglafirði at fáa í lag eitt samstarv við Norðurlandahúsið, ið kundi styrkja mentanarvirksemi í Fuglafirði, sum jú umfatar alla Eysturoynna. Teimum tankunum tók hon fult undir við og var beinanvegin til dystin fús.
-Fyri ikki bert fuglfirðingar, men fyri allar eysturoyingar, er mentanarhúsið í Fuglafirði ein stórhending. Nú eru karmarnir skaptir, nú er at fylla teir út sigur Signar á Brúnni í viðmerking til stórhendingina, at mentanarhúsið stendur klárt og liðugt.