Samanhald og ítróttur eru á lyklaorðini á Ítróttar- og heilsuleiðini

Fyrstu næmingarnir á Ítróttar- og heilsuleiðini eru um at verða lidnir við fyrsta skúlaárið. Tá teir verða spurdir, hvat tað besta er við at ganga á hesi leiðini, so eru tey skjót at svara: ítrótturin og samanhaldið.

Tekniski skúlin í Klaksvík

 

“Samanhaldið í flokkinum er ótrúliga gott, og øll í flokkinum hjálpa hvørjum øðrum” sigur Sesilia. Hon ætlar sær at lesa til okkurt innan heilsu men hevur ikki gjørt tað av enn. “Tað er ordiliga gott, at vit blanda ítrótt saman við hinum lærugreinunum, so at vit viðhvørt hava ítrótt og eitt nú lívfrøði saman. Fyri meg er tað stuttligari at læra uppá tann mátan” sigur hon.

 

Ámundur og Sólja ætla sær at lesa til fysioterapeut. “Vit hava gingið á ítróttarháskúla í Danmark, og tað dámdi okkum sera væl. Tá vit sóu, at hendan leiðin bjóðar ítrótt øll trý árini, so ivaðust vit ikki.” Tey íðka eisini nógvan ítrótt í frítíðini. Ámundur íðkar fimleik, og er eisini venjari í filmleiki, og Sólja spælir fótbólt í bestu kvinnudeildini.

 

Í Ítróttar- og heilsuleiðini verður dentur lagdur á at blanda ítrótt saman við øðrum lærugreinum, sigur leiðarin, Kjartan Gaard Sleire. “Endamálið er at fáa ítrótt inn í hinar lærugreinarnar, soleiðis at tá vit læra um eitt nú styrki ella avsett í alisfrøði, so kunnu vit samstarva við ítrótti, og harvið fáa næmingarnir meira ítrótt inn í útbúgvingina. Tað vil siga, at vit læru um ástøði í skúlastovuni og fara so út á verkstovurnar at gera royndirnar.

 

##med2##

##med3##

 

Katrina ætlar sær at lesa til tannlækna.“Eg ætli mær at lesa til tannlækna, og tískil kemur tað væl við, at vit fara at hava biotøkni á hesi leiðini.” Hon hevur stóran áhuga fyri ítrótti og kroppinum sum heild. “Tað er ordiliga deiligt, at vit blanda lærugreinar sum alisfrøði og lívfrøði saman við ítrótti.”

 

##med4##

##med5##

##med6##

 

Í sambandi við Torradagarnar, sum verða um vikuskiftið, fara næmingarnir á Ítróttar- og heilsuleiðini saman við sjúkrarøktarfrøðingum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at skipa fyri heilsukafé á skúlanum. Her sleppa tey at gera ymiskar kanningar, so sum at máta blóðtrýst, puls, iltmeting, blóðsukur og lungnafunktión.

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024