Samanhald í Mikladali

Síðan 2004 hava KÌ-smápiltar, sum eru føddir í 1997 og 1998 verið á sama liði. Samanhaldið hevur verið óført og úrslitini ikki minni

Fríggjadagin fóru 2 foreldur og venjararnir Olgar Danielsen og Manni Waag Høgnesen, sum báðir eiga synir á liðnum, til Mikladals. Ferðalagið helt til í Avhaldshúsinum, har undirhald var á skránni. Sjálvandi var eisini farið á FIFA Sparkivøllin í Mikladali at spæla. Leygardagin var so farið aftur til Klaksvíkar við Stranfaraskipinum Sam. Dreingirnir skulu nú hvør sína leið, tí teir sum eru føddir í 1997 fara í piltadeildina og teir sum eru føddir í 1998 framhaldandi skulu spæla í smápiltadeildini, so túrurin var ein seinasta ferð, áðrenn liðið fer í tvíningar. Enn eitt gylt prógv um, hvønn sosialan týdning fótbóltur, og ítróttur sum heild hevur, á bæði íðkarar og avvarðandi av íðkarum. Drívið á dreingir