Samandráttur: B36 – KÍ 2-1

Her ber til at síggja málini frá 2-1 sigrinum hjá B36 móti KÍ í gjár.

B36 vann í gjár 2-1 á KÍ, eftir at teir vóru aftanfyri 1-0. Einki mál kom í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki legði Álvur F. Christian KÍ. Men sum so mangan fyrr, so megnar KÍ ikki at halda leiðsluna.

 

Samandrátturin kann síggjast við at trýsta HER.

 (Jóhan Thomsen eigur upptøkurnar)

Fyrst javnar Súni Olsen við beinleiðis frísparki. Løtu seinni skoraði innskifti Rasmus Dan Sørensen til 2-0 og gjørdist dagsins hetja fyri árstalsfelagið.

 

B36 liggur nummar fýra, meðan KÍ liggur átta.