Samandráttur: Svøríki-Føroyar 33-21

(Rás2) Hoyr seinasta ljóðbrotið frá Rás2 frá HM-endaspælinum í Algeria her, tíverri við færri hæddarpunktum í dag

Frásøgumaðurin, Tróndur Arge og dystarviðmerkjarin, Pole J. Hansen hava borið lurtararnar hjá Rás2 væl ígjøgnum teir sjey HM-dystirnar føroyska U21 manslandsliðið í hondbólti hevur leikt uppá bara 10 dagar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ein samandrátt uppá smáar seks minuttir við nøkrum góðum støðum, og fleiri minni góðum støðum, sum lýsa hví tað gekk, sum tað gekk, tá Føroyar taptu 21-33 ímóti Svøríki í dystinum um 15. plássið í HM-endaspælinum í Algeria.

 

Talan er um seinasta ljóðbrotið frá Rás2 í Algeria, sum gjørdist ein varði í føroyskari ítrótt.

 

Ólavsøkukvøld verður HM-hópurin fagnaður í Vágsbotni.