Tann ógvusligi bardagin millum stjórnarherin og andstøðuherin í Sýria heldur fram. Hetta hevur við sær, at sýriskir borgarar stúra fyri lívi sínum og eru noydd at flýggja.
Fleiri túsund eru flýggjað frá heimi sínum uttan at hava fingið tikið nakað við sær, og sostatt vantar teimum alt.
Altjóða Reyði Krossur er á staðnum og samstarvar við Sýriska Reyða Hálvmána.
- Saman arbeiða tey miðvíst fyri at tryggja, at flóttarfólkið fær mat og tak yvir høvdið. Eisini hjálpa tey teimum mongu, ið eru særd í hørðu bardøgunum.
Reyði Krossur Føroya sigur, at brúk fyri meira hjálp.
- Fólk kunnu stuðla Reyða Krossi um heimasíðu okkara www.hjalp.fo. Hjálpið okkum at hjálpa teimum, ið flýggja undan kríggi í Sýria, sigur Reyði Krossur Føroya.










