Løgreglan hevur brúkt táragass ímóti mótmælisfólki, og andstøðuleiðarar og munkar eru handtiknir Eygnavitni siga, at umleið 80 munkar eru tiknir. Sagt verður, at løgreglumenninir fóru harðliga fram, og at summir av munkunum vórðu slignir og drignir eftir vegnum.
Hernaðarstýrið lýsti í gjár útgongubann í Yangon og hinum stóru býunum, men nógvir munkar settu seg upp ímóti banninum, skrivar Reuters.
Summar keldur vilja vera við, at fleiri andstøðufólk vórðu tikin í nátt, og at andstøðuleiðarin, Aung San Suu Kyi, varð flutt úr húsavarðhaldinum til eitt fongsul í nátt.