Samanbrestir millum Ísrael og Gaza

Aftur í morgun var ófriðarligt á markinum millum Íasrael og Gazageiran, og ein maður doyði, tá ísraelsmenn bumbaðu mál í Gaza í morgun.

Sjúkrahúskeldur í Gaza siga fyri altjóða tíðindastovunum, at seks palestinar hava latið lív, og at meiri enn 30 eru særdir í teimum ísraelsku álopunum. Tey flestu doyðu í gjár, tá ísraelskir stríðsvognar skutu granatir inn í Gazageiran.

Ísraelska álopið kom, eftir at ein palestinsk rakett hevði rakt eitt ísraelskt hernaðarakfar, og fýra ísraelskir hermenn vórðu særdir. Ísraelski herurin sigur, at í nátt komu minst 36 rakettir úr Gazageiranum inn í Ísrael, men at eingin varð særdur av teimum.

Álopini um vikuskiftið eru tey harðastu síðani ársskiftið 2008-2009. Spenningurin hevur verið stórur í seinastuni. Palestinar hava skotið rakettir inn í Ísrael, og ísraelsmenn hava svarað aftur við loftálopum á vápnaðar palestinar.