Ógvusligir samanbrestir vóru í libyska býnum Benghazi í gjár millum fólk, sum vilja býta landið sundur í sjálvstýrandi landspartar, og tey, sum eru ímóti einum tílíkum býti. Ein talsmaður fyri heilsumyndugleikarnar segði seinni, at eitt fólk lat lív, og at minst fimm vórðu løstað.
Á einum fundi í Benghazi fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdu lokalir politikarar og ættarleiðarar eitt krav um, at landsparturin Kyrenaika har eysturi í landinum skal hava sjálvstýri.
Tað er ikki bara har, at fólk tala fyri sundurbýti, og uppskot eru um at býta landið sundur í tríggjar sjálvstýrandi landspartar, Kyrenaika, Tripolitania og Fezzan. Men skiftisráðið, sum hevur tað formliga valdið í landinum, er ímóti einum tílíkum sundurbýti, og í gjár vóru mótmælisgongur í høvuðsstaðnum Tripoli ímóti at býta landið sundur.